Fótbóltssamband Føroya
Árliga ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt verður fríggjadagin 28. februar og leygardagin 1. mars. Høvuðsnavnið á ráðstevnuni verður Kevin McGreskin úr Skotlandi.
Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt. Málbólkurin eru allir barna- og ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjingum.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsfótbólti.
Umframt framløgur og annað føroyskt tilfar, er høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár Kevin McGreskin úr Skotlandi.
47 ára gamli skotin hevur UEFA Pro venjaraprógv og drúgvar royndir úr skotskum fótbólti, og altjóða royndir sum millum annað tekniskur stjóri hjá londum í Latín Amerika. Í løtuni er McGreskin í starvi hjá FIFA og arbeiðir í Trinidad og Tobago. Hann hevur eisini fingist nógv við “orientering” í fótbólti, og hevur framleitt videotilfar og skriva bøkur um evnið.
Nakað av innihaldinum/yvirskriftum á ráðstevnuni verða:
– Góð dømi frá føroyskum feløgum
– Framløgur um ymisk evni til børn og ung og kunning frá FSF
– Orientering í fótbólti – hvussu venja vit evnið við børnum og ungum fótbóltsspælarum
Ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt telur 10 impulstímar til endurnýggjan av UEFA C-, B- og A-venjaraprógvum.
Freistin at boða frá luttøku og at bíleggja gisting á Hotel Brandan er mánadagin 17. februar. FSF hevur fingið avtalu í lag við Hotel Brandan, at luttakararnir á ráðstevnuni kunnu bíleggja gisting fríggjakvøldið fyri ein serstakan prís.
Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, har tað eisini ber til at kunna seg meira um ráðstevnuna.