Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Fyri fyrstu ferð eru børn nú hoyrd í sambandi við lógarsmíð í Føroyum. Tað er barnalógin, sum verður smíðað. Henda lógin skal tryggja rættindi hjá øllum børnum og ungum, soleiðis at aðrar lógir, sum viðvíkja børnum og ungum, hanga betur saman.
Næmingaráðini hava seinastu vikurnar havt møguleika fyri at siga sína meining um nýggju barnalógina. Á altjóða barnarættindadegnum, hósdagin 20. november, verða hoyringarsvarini handað Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, har sitandi landsstýrismaður, Djóni Nolsøe Joensen, og komandi landsstýriskvinna, Súsanna Bertholdsen, taka ímóti.
Arbeitt verður í løtuni við sjálvum lógaruppskotinum, og henda hoyringin er ein undanhoyring til júst børn og ung fyri at tryggja, at lógin rakar so beint á sum gjørligt, grundað á tað, sum børn og ung hava ført fram um innihaldið í barnalógini.
Tá ið lógin er klár, verður hon send til almenna hoyring, har børn, ung og øll vit onnur sjálvandi fáa høvi at gera møguligar viðmerkingar.
Barnalógin er ein grundarsteinur undir tí framhaldandi arbeiðinum, sum Barnaverkætlanin hevur sett í gongd.
Til ber at fylgja við, tá hoyringarsvarini verða handað. Tiltakið byrjar kl.9.30.
Stroymingin sæst her:
