Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, loysti í gjár fyrsta flagið til víðkanina av læknamiðstøðini í Gøtudali.
Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan sum skal gerast. Og síðani sambinding av báðum bygningunum.
Tað var á býráðsfundi tann 29. februar í ár, at býráðið í Eysturkommunu samtykti at taka av tilboði frá Articon um at gera arbeiðið. Og er tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað.
Samlaður kostnaður av verkætlanini er um 9 milliónir krónir.
Video: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook