Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2024 15:07

Borgarstjóri hartar samgonguna

Savnsmynd: Eysturoyarportalurin

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, hartar í dag samgonguna, nú fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár er lagt fram.

Tað eru peningaupphæddirnar (ella mangul upp á tað) sum eru ásettar til vegakervið í Eysturoynni, sum gera at borgarstjórin nú stendur spyrjandi.

Á Facebook-vanga sínum skrivar hann soleiðis:

Eysturoy (RK) og Løgtingsfíggjarlógin 2025:

Nýgerð av landsvegum (blaðsíða 118):

Vegurin omanfyri Skálafjørð: 0,00 kr,

Funningsfjarðavegurin: 0.00 kr.

Søldarfjørður, súkklu- og gongubreyt: 0,00 kr.

Søldarfjørður, umkoyringarvegur: 0,00 kr.

Tunnil Gøtudal/Kambsdal-Skálafjørður: 0,00 kr.

Oyndarfjarðarvegurin: 0,00 kr.

+

Hartil er at siga, at um Elduvíksvegurin ikki verður bøttur – ella nýasfalteraður – sum skjótast, so verður ikki koyrandi til Elduvíkar, táið tað fer at vára aftur í 2025.

Kann nakar hjálpa mær við einum hugskoti um, hvussu ið Eysturoyggin skal bera seg at fyri at koma á tal við landsmyndugleikan um at býta okkurt útaftur til cash-kúnna, sum spýtir mest í felagskassan?