Sunda kommuna
Eins og áður lýst verður borgarafundur á skránni aftur mikudagin, 21. oktobur, kl. 20.00. Hesaferð verður fundurin í Eydnuni á Oyrarbakka.
Mikukvøldið kl. 20.00 verður árligur borgarafundur í Eydnuni fyri bygdirnar Oyri, Oyrarbakka og Norðskála. Endamálið við fundinum er, at borgarar fáa høvið at gera vart við viðurskiftir og ynskir, ið tey meta, at býráðið eigur at raðfesta.
Á fundinum kemur umboð frá ráðgevarafyritøkuni Spenn eisini at kunna um gongdina við Norðskálavegnum.
Annars verður orðið frítt, og drekkamuður og ábit verður at fáa. Møtið fjølment!