Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.08.2023 18:19

Borg nýggjur høvuðsstuðul hjá Støkk

Rannvá Troest, forkvinna í Støkk, og Kári Hansen og Arnfinn Olsen, deildarleiðarar hjá Borg, undirskrivaðu stuðulsavtaluna (mynd: Støkk)

Fimleikafelagið Støkk og Borg hava í dag undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu. Hetta skrivar Støkk á heimasíðu síni.

Rannvá Troest, forkvinna í Støkk, og Kári Hansen og Arnfinn Olsen, deildarleiðarar hjá Borg, undirskrivaðu stuðulsavtaluna, sum inniber, at Borg nú er høvuðsstuðul hjá Støkk í tvey ár.

Navigare og Holm Bygging eru nýggir undirstuðlar hjá Støkk komandi tvey árini. Avtalan varð undirskrivað av Dagbjørt Sólheim, næstforkvinnu í Støkk og Álvi Højgaard, stjóra í Navigare og Monradi Holm, stjóra í Holm Bygging.

Somuleiðis hevur Støkk gjørt klædnasáttmála við Intersport.

Dagbjørt Sólheim, næstforkvinnu í Støkk og Álvur Højgaard, stjóri í Navigare og Monradi Holm, stjórí í Holm Bygging (mynd: Støkk)