Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2025 10:07

Bønhúsið í Søldarfirði: Nógvir sjálvbodnir tímar lagdir í arbeiðið

Piddi Lamhauge, Dánial Regin Poulsen og Hans Terji Hansen, tríggir av sjálvbodnu kreftinum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Hvønn tann einasta dag koyra túsundtals bilar framvið Bønhúsinum, sum liggur tætt við høvuðsvegin, miðskeiðis í Søldarfirði. 

Og ivaleyst eru tað mong sum hava lagt til merkis, at ljós hevur verið í kjallarinum og at bilar hava staðið í túninum uttanfyri. Soleiðis hevur tað verið seinastu umleið fimm árini.

Tá ið Eysturoyarportalurin, fór á gátt hendan góðveðursmorgunin, eru tað teir tríggir, Dánial Regin Poulsen, Hans Terji Hansen og Piddi Lamhauge, sum eru til arbeiðis. Teir eru nakrir av teimum sjálvbodnu arbeiðsmonnunum, sum hava verið fastir fúsir seinastu árini.

Hendan morgunin eru teir í fer við at leggja fyrstu troldtek pláturnar uppundir loftið í kjallarinum.

Bønhúsið í Søldarfirið er frá 1936 (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tað var annars í 2020, at sjálvbodnar kreftir í Søldarfirði og har um leiðir, byrjaðu at grava kjallaran út, umvæla og dagføra kjallarshæddina við Søldafjarðarveg.

-Tað hevur verið stórarbeiðið. T.d. er alt gólvið sprongt uml. 1 metur niður, soleiðis, at nú er gott pláss og góð hædd, sigur Dánial R. Poulsen.

-Kjallarin, við gamla salinum og køkinum, varð blivið gamalt og hevði tænt fyri seg. Alt innan í kjallarinum varð tikið niður og er arbeiðið nú komið somikið áleiðis, at nú byrjar at hómast ein endi, sigur hann.

Fyrstu pláturnar av troldtek eru nú lagdar uppundir í kjallarinum (Mynd: Eysturoyarportalurin)

-Her í kjallarshæddini er ætlanin, at t.d. sjómanskvinnuringurin kann hittast, samstundis at onnur mentanarlig tiltøk kunnu verða, sum eru hóskandi fyri eitt slíkt hús. Mett verður, at pláss verður fyri uml. 70 fólkum.

Tó vil hann ikki siga nakað nærri um nær arbeiðið kann væntast at verða liðugt. Eingin tíðarfreist er sett á.

-Alt arbeiðið er sjálvboðið og fíggjarliga er tað eisini avmarkað, og tí verður bert arbeitt tá ið tað er rásarrúm fyri tí , sigur Dánial R. Poulsen. 

Umframt, at nýggur salur skal verða í kjallarinum, so skal eisini ein nýggjur køkur og eitt handikapp vesi gerast, sigur hann.

Tíð er eisini fyri hvíld og einum góðum prátið (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Bønhúsið  “Betel” í Søldarfirið stóð liðugt bygt í 1936. Og varð vígt tann 14. februar í 1936, men tá við heitinum sum missiónshús. 

Í 1970’unum varð byrja at byggja uppí verandi hús og stóð nýggi parturin liðugur í 1977. 

Upprunaliga var tað eitt missiónshús, men tann 1. juni 1986 varð húsið vígt til bønhús, soleiðis at møguleiki varð fyri fleiri ymiskum andaligum tiltøkum, sum t.d. familjugudstænastu við presti, sangi og tónleiki.

Mynd frá 1935, tá ið húsið stóð í gerð

Soleiðis sær ovara hæddin í Bønhúsinum út í dag (Mynd: Eysturoyarportalurin)