Í dag var reisigildið úti í Vík á Leirvík. Tað er ovarliga uppi í bønum, nakað omanfyri Høvdavirkið og IRF á Hagaleiti.
Tað er Rasmus Norup, bóndi í Leirvík, sum byggir nýtt fjós.
Nýggja fjósið, sum kemur at hava 84 mjólkineyt, er 68 metur langt og 34 metur breitt.
Tað er fyritøkan Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðinum. Og er ætlanin, at fjósið er innilokað einaferð í august/september. Síðani skal gólvið stoypast og alt inniarbeiðið gerast v.m.
Um alt gongur sum tað skal, so vónar bóndin at fjósið stendur liðugt kanska seint í ár einaferð.
Rasmus, sum yvirtók garðin úti á Vík í 2013, kemur upprunaliga úr Viborg í Danmark.
Myndir: Eysturoyarportalurin








