Uttanríkis- og vinnumálaráðið leggur upp til beinleiðis lógarbrot, í vegleiðing teirra un nýggju ferðavinnulógina. Í einum teksti, sum liggur á heimasíðuni hjá ráðnum verður m.a. sagt, at:
“…ferðafólk kunnu frítt ganga eftir (…) eftir øðrum leiðum, sum eru merktar í samráð við kunningarstovurnar kring landið og Visit Faroe Islands.”
Hetta er beinleiðis í stríð við § 3, stk. 2 í ferðavinnulógini, sum sigur at: “Kommunan tekur, í samráð við bóndan, avgerð um, hvørjar hagagøtur eru útvaldar sambært stk. 1.”
Sostatt hava hvørki Visit Faroe Islands ella kunningarstovurnar kring landið heimild til at uppmerkja gonguleiðir til ferðafólk.
Bóndafelag Føroya mælir øllum festarum og óðalsfólki til at burdurvísa teimum, sum í stríð við § 3, stk. 2 í ferðavinnulógini ætla at uppmerkja gøtur til ferðafólk at ganga eftir.