Bókaframløga var í víkingahúsinum í Norðragøtu í gjárskvøldið, har fyrsta bind um bygdina Syðrugøtu varð lagt fram.
Nógv fólk, bæði sum eru búsetandi í bygdini í dag, men eisini onnur sum hava ættarbond til bygdina, vóru møtt upp at lýða á.
Tað var Pætur Húsgarð oddamaður í arbeiðsbólkinum, sum byrjaði við at greiða frá arbeiðinum hjá Gøtu Húsasøgu.
Hann greiddi frá, at hetta er fyrsta av trimum bindum um bygdina Syðrugøtu. Næsta bind kemur eftir ætlan út í november 2025 meðan triðja og síðsta bind kemur í mai 2026.
Aftaná, er ætlanin so at byrja at skriva søguna um Norðragøtu, sum eisini verður í trimum bindum.
Síðani var tað er Erling Isholm søgufrøðingur, ið hevur arbeitt við tilfarinum, sum savnað var saman, sum greiddi frá um tilfar í bókini og nakrar av teimum áhugaverdu søgunum sum eru funnar fram.
Hetta er sostatt næsta bókin um bygdinar í Gøtu. Fyrsta bókin hjá arbeiðsbólkinum Gøtu Húsasøgu, sum var um bygdina Gøtugjógv, kom út í 2021.
Myndir: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook