Fuglafjarðar kommuna
Vit byrja Varmakelduna longu hóskvøldið við bókaútgávu, tá bind II av Fuglafjarðar søgu verður løgd fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
Kl 20:00 Formaðurin í Mentanarnevndin bjóðar vælkomin og hugleiðir stutt um týdningin at kenna okkara røtur.
Kl 20:05 Petur Martin Petersen, í søgubólkinum hugleiðir um arbeiðið.
Kl 20: 20 Tónar úr Fuglafirði, Jóanis Erik og Eyðun
Kl 20:30 Steffenn Stummann Hansen leggur fram Fuglafjarðar Søgu bind II.
Kl 20:45 Tónar úr Fuglafirði, Jóanis Erik og Eyðun
Kl 20:50 Jón Brian Hvidtfeldt/Sprotin – Fuglafjarðar søga sum ljóðbók. Tankar um tilgongd.
Kl 21:00 Kaffi, prát og bókin verður signerað
Kl 21:30 Takk fyri
Møguligt er at ogna sær bókina.
Komandi vikurnar verður eitt eintak av bókini borið ókeypis út til hvørt húski í Fuglafjarðar kommunu.