Týskvøldið 25. nov. kl.19 verður bókaframløga í Stranda Bio, við Tobba og Høgna Mohr. Eisini verður Ragnar Eliansson, sum vit kenna úr útvarpspentalogiini “Elians Sonur”, við.
Høgni fer at tosa við Tobba um nýggju bókina “Fyri tí tú veitst er rætt”, og Tobbi fer at tosa við Høgna og Ragnar um innihaldið í bókini “Elians Sonur”.
Ókeypis atgongd. Eisini fáa vit kaffi og okkurt jólasøtt.
Fyrireikararnir
