Í gjárskvøldið varð almenn bókaframløga á Skúlatrøð í Klaksvík har bókin, TODI, varð løgd fram.
Nógv fólk, bæði fyrrverandi liðfelagar og mótstøðumenn, gamlir fjepparar og onnur, høvdu leita sær á forkunnuga bókaframløgu í Klaksvík, har ein av teirra egnu var komin “heim” til Klaksvíkar at siga sína søgu.
Tað er Sólvit Nolsø, sum hevur verið rithøvindur, sum saman við høvuðspersóninum sjálvum, Toda Jónsson, hevur skrivað søguna um Føroya besta fótbóltsleikara og yrkisleiðs hansara.
Ein verkætlan sum hevur tikið umleið 18 mánaðir at gjørt.
Møguleiki var eisini at ogna sær bókini, samstundis sum Todi eisini signeraði hana.
Myndir: Eysturoyarportalurin





