Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 12:49

Blái Krossur Føroya hevur landsinnsavnan frá 5. – 10. mai

Tíðindaskriv/ Blái Krossur

Komandi viku, frá 5. – 10. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiðiði millum børn og ung í Føroyum, millum annað við verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.

Bússur verða bornar í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at flyta pening á konto 9181-222.777.2. Eisini kann man lata gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 kr. 

– Vit síggja ein sera stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein sera stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur. 

Títt Rúm

Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttartilboð til øll í aldrinum 0 – 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður. Sum tað nýggjast arbeiða vit eisini við barsilsbólkum. Alt fyri at kunna hjálpa og seta inn so tíðliga sum til ber. 

Títt Rúm er í nú eisini lokalt í Suðuroy , so øll kunnu hava enn betur møguleika at fáa hjálp, óannsæð hvar í landinum man býr.

Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:

  • Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
  • Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
  • Genta 19 ár: ”At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur”.

Liv Lívið

Liv Lívið arbeiðir áhaldandi við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg.

Tað verður gjørt alt fyri at ung kunnu samlast uttan rús, t.d. í Hollywood í Tórshavn og í samband við festivalar um summarið. So sera týdningarmikið at ung hav møguleika at koma saman uttan rús.

Meira kunning sæst á okkara heimasíðu: www.blakross.fo

Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, og vit eru sera takksom fyri allan stuðul, sum vit kunnu fáa til arbeiði.