Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2023 21:35

Bjarni í Selvindi skal spæla í Norra

Mynd: KRS Kristiansand

Evnaríki hondbóltsspælarin, 21 ára gamli strandingurin Bjarni í Selvindi, sum bert hevur spælt við StÍF áður, skal nú framyvir spæla í bestu norsku deildini fyri KRS Kristiansand, har hann hevur gjørt sáttmála.

Hann gerst tískil liðfelagið hjá Tróndi Mikkelsen og Helga Hoydal, sum báðir eru tilknýttir felaganum.

Bjarni hevur verið framúr seinastu tíðina, bæði á føroyska U21 landsliðnum og í heimligu kappingini fyri StÍF, har hann hevur ment seg til ein framúr góðan leikara.

KRS Kristiansand leikti farna vikuskiftið tveir venjingardystir ímóti Sandnes, og har fekk Bjarni høvi at vísa sínar dygdir fyri venjarunum báðum, Victor Skillhammar og Robin Rosander Haugsgjerd, skrivar felagið á Facebook.

Felagið sigur víðari, at Bjarni er ein spennandi leikari, sum kann taka stigið út í størri kappingar í framtíðini.