Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.07.2023 00:12

Birna og Gígur vunnu gull

Mynd: Sleipnir ríðingarfelag

Í gjár var ársins seinasta FM kapping í gonguløgum úti í Havnadali.

Úr Sleipnir ríðingarfelag luttók Birna Jóanesarson á Gígur frá Steinnesi.

Birna og Gígur hava bert vant saman í tveir mánaðir, og tí var ein vissur spenningur um hvussu tað fór at hilnast teimum í teirra fyrstu uttandura-kapping.

Men tann ivi sum møguliga var áðrenn kappingina, var allur skúgvaður til síðis, tí Birna og Gígur vunnu seg beinleiðis í A finaluna við samlaða karakterinum 5.433.

Myndirnar tala fyri seg – tað gekk væl hjá Birnu og Gígur, sum í bólkinum av 5 endaðu á einum flottum 2. plássi við karakterinum 5.458.

Aldurin hjá Birnu varð við til, at tey í ársins seinastu FM kapping gjørdust føroyameistarar í bólkinum V5 vaksin.