Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2025 16:48

Birita er afturvald til næstforkvinnu

Tíðindaskriv

Nevndin í Starvsfelagnum hevur á nevndarfundi í dag skipað seg við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk sum næstforkvinnu. Nevndin er sostatt óbroytt eftir aðalfundin, sum var 1. mars, har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Sessirnir hjá Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg skuldu veljast, og tey bæði vórðu afturvald uttan mótvalevni.

Nevndin er mannað við Súna Selfoss, formanni, Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinnu, Borgný Mohr, Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg, nevndarlimir.

Tveir tiltakslimir vórðu eisini valdir á aðalfundinum. Fyrsti tiltakslimur er Bjørg Jacobsen og næsti tiltakslimur er Maud Karbech Mouritsen. Bjørg og Maud eru sum tiltakslimir til reiðar at taka sæti í nevndini, um nevndarlimir fara frá í ótíð ella fara í longri farloyvi.