Krabbameinsfelagið
Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg.
Mikudagin 20. mars kl. 18.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri bindihugna fyri allar kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein. Tær nýtist hvørki at duga ella tíma at binda fyri at vera við, bara tú hevur hug at vera saman við øðrum, sum hava uppliva tað sama sum tú.
Vit fáa eitt lítið ábit, ein góðan drekkamunn og hugna okkum saman.
Kennir tú onkran, sum kundi havt hug at verið við, ert tú vælkomin at deila hesa lýsing.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi týsdagin 19. mars kl. 16.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Tú kann eisini boða frá umvegis sosialu miðarnar hjá Krabbameinsfelagnum.
Deil á Facebook