Í morgun kl. 08.30, fór ein persónbilur av vegnum og endaði á takinum. Óhappið hendi tætt við Valaknúkar, tætt við Skálabotn.
Eingin persónskaði stóðst av óhappinum, upplýsir løgreglan fyri Eysturoyarportalinum.
Bert ein persónur var í bilinum og varð hann sendur á landssjúrkahúsið til kanningar.
