Í nátt kavaði og hitin lá um frostmarkið. Og av tí sama hevur verið hált ymsastaðni. Serliga uppi í hæddinum. Og uppi á Gøtueiði var einki undantak, har stóðu fleiri bilar fastir, sambært løgregluni.
Løgreglan upplýsir í morgun, at frá 00.00 og til klokkan áleið 03.00 í nátt fingu tey á løgreglustøðini eini 50 fráboðanir frá bilførarum um, at teir ikki fingu koyrt fyri hálku.
Tað var ikki fyri enn kl. 05.00 í morgun, at Landsverk fór út at salta. So av tí sama hava tað staðið rættiliga nógvir bilar fastir í nátt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.