Mynd: Akstovan
Kelda: KVF
Akstovan skal í seinasta lagi flyta úr Klaksvík og Runavík um ársskiftið 2023/2024.
Vinnarin verður kunngjørdur 1.september, stendur á heimasíðuni hjá Keypsportalinum.
Nú er skjótt 1.oktober, men eingin vinnari er kunngjørdur enn.
Trý tilboð komu um at langtíðarleiga Akstovuni høli til bileftirlitsstøð í landnyrðingsføroyum.
Støðin skal koma í staðin fyri hølini hjá Akstovuni í Klaksvík og Saltangará.
Akstovan skal í seinasta lagi flyta úr Klaksvík og Runavík um ársskiftið 2023/2024.
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur einki tilmæli fingið frá Landsverki um leigumálið.
Deil á Facebook