Soleiðis skrivar varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini í Sunda Kommunu, Eyðstein Zachariasen, á Facebook-vanga sínum.
Hann sigur víðari soleiðis:
Býráðið í Sunda Kommunu setti á fíggjarætlanini fyri 2024 pening av til at útbyggja læknaviðtaluna við Norðskála. 7,5 milliónir eru settar av til endamálið. Læknaviðtalan er eitt samstarv millum Sunda og Eiðis kommunu.
Góðar umstøður og væl virkandi kommunulæknar eru ein kjarnutænasta í økinum, sum vit eru sera heppin at hava, og tí hava hesi sjálvsagt høga raðfesting. Fólkatalið í økinum er vaksið nógv seinastu árini, og við hesi útbyggingini nútíðar og framtíðartryggja vit umstøðurnar hjá kommunulæknunum við Norðskála.
Deil á Facebook