Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2024 13:35

Betri umstøður fyri fólk til gongu og á súkklu í Æðuvík

Mynd: Landsverk

Landsverk

Í løtuni gera vit eitt ferðslutrygdarátak í Æðuvík, har vegurin verður merktur til “2 minus 1 veg”. Eisini verða tvær vegbungur settar upp, sum skulu tálma ferðini hjá bilum. Saman skapa hesi átøkini betri og tryggari umstøður fyri fólk til gongu og á súkklu. Henda málbólkin kalla vit eisini fyri “ábær ferðsla”. Arbeiðið er í gongd og verður skjótt liðugt, og verður vanliga ferðslan ikki nógv órógva av hesum, men skal nú tillaga seg nýggju umstøðurnar.

Hvat er ein “2 minus 1 vegur”?

Ein vanligur vegur hevur ofta tvær koyribreytir. Tá talan er um ein “2 minus 1 veg”, verður ein vegbreyt tikin burtur, harav navnið. Koyribreytin verður sjónliga smalkað við eini breiðari kantstriku hvørjumegin. Sum meginregla skulu koyrandi í báðar rætningar býta eina felagsbreyt ímillum sín, og tá tað ikki eru mótkoyrandi bilar, skulu bilarnir halda seg mitt á vegnum innanfyri kantstrikurnar. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Tann koyrandi skal vera varur við, at tað kunnu verða gangandi ella súkklandi á vegjaðaranum, og neyðugt er at koyra hareftir. Eins og á vanligum landsvegi skal bilførarin halda seg aftan fyri fólk til gongu og á súkklu, um tað ikki er møguligt at fara fram við einum mótkoyrandi. Hetta er eitt annað slag av koyrimynstri enn tað, vit kenna frá vanligum tvíbreytaðum vegum, men líkist eitt sindur tí á einbreytaðum vegi, tí bilarnir skulu halda av fyri hvørjum øðrum.

Hetta vegaslagið er nógv nýtt í Danmark, við góðum royndum. Enn eru ikki nógv dømi í Føroyum, men fara vit væntandi at síggja fleiri vegir av hesum slagi framyvir.