Fróðskaparsetur Føroya
Betri Stuðul hevur játtað fígging til fimm ymiskar granskingarverkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya
Ein týðandi partur av størvunum hjá granskarum er at søkja um uttanhýsis fígging til granskingarverkætlanir. Mið at søkja eru bæði innan- og uttanlands, og eitt mið í Føroyum er Betri Stuðul.
Endamálið hjá Betri Stuðli er sambært reglugerð teirra at skapa tryggleika gjøgnum stuðul til samfelagsgagnligt virksemi. Betri Stuðul hevur millum annað lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum og á henda hátt verða við til at styrkja okkum sum samfelag.
Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum, og í 2025 varð stuðul latin til fimm verkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya:
Anna Elisabeth Holm, Føroyamálsdeildin: Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður. At menna málrættaða annaðmálsundirvísing til vaksnar tilflytarar
Eina H. Eliasen, Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: Umskiftið til pensjónslívið og trivnaður hjá føroyingum
Ingi H. Højsted, Námsvísindadeildin: At verkseta PISA gransking: Ein design-granskingartilgongd til at menna støddfrøðiligt lesiføri hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans
Karin Habermehl-Cwirzen, Náttúruvísindadeildin, Endurnýtsla av útgrivnum gróti sum nýhugsandi tilfar
Tróndur M. Sandoy og Erika Anne Hayfield, Søgu- og samfelagsdeildin: Føroysk ungdómsfráflyting, útbúgving, afturflyting og samfelag: Ein fleirháttalig tilgongd