Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2026 21:57

Betri-samtakið: 86 milliónir til limakrónur og stuðul

Tíðindaskriv/Betri-samtakið

Avlopið hjá Betri-samtakinum gjørdist 401 mió. kr. Góða úrslitið avspeglar gongdina hjá teimum trimum dótturfeløgunum, Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón, sigur Jens Johan Dam, nevndarformaður.

Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið, kunngerð í dag ársroknskapin fyri 2025. Ársúrslitið var 401 mió.kr. eftir skatt. Hetta er væl hægri enn mett og eru høvuðsorsøkirnar økt útlánsvirksemi, gott tryggingartekniskt úrslit og gott avkast av virðisbrøvunum.

– Við hesum úrslitinum er Betri-samtakið væl fyri til komandi árini, har dentur framhaldandi verður lagdur á burðardygd og effektivan rakstur. Tað er umráðandi, at vit leypandi meta um teir váðar sum hótta og eru klár at gera neyðugar tillagingar, um tað krevst. Endamálið er, at samtakið hvílur á einum tryggum grundarlagi, og at vit dagliga stremba eftir at menna og dagføra okkara virksemi, soleiðis at vit framhaldandi kunna veita okkara viðskiftafólki bestu tænastu, sigur Jens Johan Dam, nevndarformaður.

Tað eru 297 starvsfólk í starvi hjá samtakinum.

Felagið vit eiga í felag

Á aðalfundinum varð avgjørt at lata eigarunum 56 mió. kr. í limakrónum og lata 30 mió. kr. til stuðulsvirksemi til sjálvbodnar felagsskapir og onnur at søkja.

Umframt limakrónur hava tryggingarkundarnir aftur í ár fingið útgoldið 7,5 mió. kr. í bonus fyri skaðaleysa koyring. Hetta er alt í samsvar við yvirskipaðu strategiina um, at úrslitið frá øllum virkseminum hjá samtakinum skal koma kundunum til góðar.

Nevndarval

Á nevndarfundinum í kvøld stóðu Jens Johan Dam, Poula Michelsen og Jákup Egholm Hansen fyri vali, og tey vóru øll afturvald. Harumframt eru Mortan Simonsen, Tóra við Keldu og Hallur Thomsen í nevndini. Jens Johan Dam heldur fram sum formaður og Poula Michelsen sum næstforkvinna.

Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:

• Úrslitið eftir skatt 401,0 mió. kr. (2024: 431,4 mió. kr.)

• Eginognin 4.733,9 mió. kr. (2024: 4.400,8 mió. kr.)

• Renta av eginogn aftaná skatt 8,8 % (2024: 10,2 %)

• Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 38,9 % (2024: 37,9 %)

Tórshavn, 10. apríl 2026