Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 10:02

Betri Banki lækkar renturnar

Tíðindaskriv/ Betri Banki

Danski Tjóðbankin lækkaði í gjár leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

Fyri privat- og vinnukundar lækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 1. juli 2025.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur

Spjaldur