Havstovan
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á internetið, til eina opna databasu.
Jákup Sverri fer í næstum at gera yvirlitstrolingar á Føroyabanka, og við hesum nýggja amboði ber nú til at fylgja við, nærum beinleiðis, hvussu hitin á Bankanum er, tóv fyri tóv.
Øll kunnu síggja dáturnar á hesum sera lætt brúkiliga portali. Tað ber eisini til at hyggja aftur í tíð, til dømis at síggja yvirlitstrolingina, sum júst hevur verið á Landgrunninum, og at taka dáturnar niður, eitt nú í Excel-sniði. Hetta er ein skjótur og ómakaleysur máti at fáa nógv nýggj dáta til vega, sum kunnu stuðla teimum vísindaligu kanningunum, sum Jákup Sverri longu ger.


Talan er um samstarv við felagið Ocean Data Network, sum stýrir verkætlanini Fishing Vessel Ocean Observing Network. FVON hevur latið nógvum fiskiførum slíka mátiútgerð, bæði í Føroyum og í øðrum londum, sum ger tað møguligt at savna inn stórar nøgdir av hitamátingum, meðan fiskiskapurin fer fram. Leikluturin hjá Havstovuni í verkætlanini er at samanbera tær vanligu hitamátingarnar, sum verða gjørdar við rannsóknarskipinum, við úrslitini frá hesum hitamátaranum, og harvið tryggja neyvleikan. Hetta leikvísinda átakið (enskt: citizen science) kann tískil bæði økja um dátugrundarlagið og føra til betri vitan um hitan í havinum, til gagns fyri bæði havgransking og fiskiskap.
