Tað hevur verið úr at gera hjá Rescue LÍV seinastu dagarnar, og aftur í gjárkvøldið vóru boð eftir teimum. Kl. 19.04 fekk MRCC boð um, at ein bátur hevði tørv á sleipi.
Talan var um ein bát, sum lá í Nólsoyarfirði, sum hevði brek á róðurinum og tí ikki fekk stýrt.
Rescue LÍV sleipaði bátin at bryggju á Argjum, har hann var klokkan 20:00.