Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.11.2022 16:00

Barnafamiljan í fokus – ítøkiligar ætlanir (Løgtingsval 2022)

Mynd: Uni Rasmussen/Fólkaflokkurin

Lesarabræv

Trýstið á barnafamiljurnar hevur ongantíð verið størri, og tískil skulu vit betra um
umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Her skulu ítøkiligar ætlanir til. Vit í Fólkaflokkinum hava
víst, at vit vilja tað í verki, tí vit hava lagt tey neyðugu lógaruppskotini fram. Um tú gevur
mær títt álit, so fari eg at arbeiða fyri at leggja hesi uppskot fram:


• Hækka barnafrádráttin
• Hækka hámarkið fyri barsilsútgjald
• Familjan skal sjálv avgera hvussu stovnpláss og barsilstíðin verður brúkt
• Broyta skattastigan, soleiðis at meira liggur eftir


Hetta eru ítøkiligar ætlanir, sum betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum.


Far tí á val og set X við Una Rasmussen.
Gott val!


Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólaflokkinum