Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2022 14:40

Bárður J. Hansen er givin

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Eysturoyarportalurin

Høgri bakkur hjá steypavinnarunum 2022, er fyribils givin á hægsta stigið. Hetta váttar hann fyri Eysturoyarportalinum í dag.

Bárður Jógvanson Hansen var sera eyðsýndur á Víkingaliðinum í júst farna kappingarárið, har hann leikti 22 landskappingardystir og fekk heili 14 assists. Eisini var hann við at vinna steypafinaluna móti KÍ á Tórsvølli fyri fáum vikum síðani.

Eisini vóru fleiri røddur frammi um, at hann skuldi verða ein partur av hópinum hjá Håkan Ericson, men tað bleiv tað sum øllum kunnugt ongantíð til.

Sáttmáli hansara við Víking er nú útgingin, og í verðandi løtu er støðan so hon, at tíð er ikki til fótbóltin. Men hann leggur afturat, at hann heldur tó hurðina á glopp, um so er at støðan skuldi broytt seg.