Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.07.2025 17:38

Bárður á Lakjuni helt røðu á Varmakeldu

Bárður á Lakjuni setti Varmakeldustevnuna 2025.

Røðan sum hann helt kann lesast her:

Góðu tit øll.

Tað er mær ein heiður og ein gleði at siga nøkur fá orð her í dag og alment seta Varmakeldustevnuna 2025.

Eg siti og skrivi. Nú er nátt. Náttin millum 4. og 5. juli – gamla jóansøkunátt. Tað er júst nú, at vatnið úr Varmakeldu skal eitast fyri at hava serliga góða megi í sær, heilsubøtandi megi. Koyrdi um Varmakeldueiði fyri løtu síðani eftir eina vælsignaða løtu í góðum felagsskapi Ribarhúsi, har fitt av fólki var savnað til konsert. Tað er gott at koma saman.

Hóast eg ikki fór oman at kelduni, so er púra vist, at duldarfulla megi hennara kom til sjóndar hesa sælu stund. Tí, fagri og fríði fjørðurin sang sín sæla, stilla kvøldarsálm sum sjáldan áður – í hvussu er fyri fyrstu ferð síðani síðst – spegilsblankur og sveipaður í silvitni inn í skýmingina.

Og sama sálmalag sungu fjøllini tey føgru døkk og dimmlitt í myrkagrønum búna – heilt frá Leirvíksfjalli, niður á vakra Varmakeldueiðið, upp á Tyrlarnar, um Trælavatnaskarð, upp á Kamb, um Breiðaskarð, yvir á Gjógvaráfjall, Jøklaskarð, Blábjørg, Slætnatind, Tjóðafellið, Skarðið, Húsafellið og Borgina. Hesar framúr rútmisku fjallagreinarnar, sum Frits, sáli, plagdi at taka til. Fitti, fevnandi og sárt saknaði Frits. Eg fekk veruliga hug til at stemma í saman við honum, sum hann syngur í yrking síni “Varmakeldunátt” við framúr vakra lagnum hjá Eyðuni, farbróður: “Dagsins ljóð um dimmið tagnar, hjánar burt á náttarstund, millum fjøll nú dagur dragnar, fánar ljós um fjørð og sund, kám er skorð við skuggarondum upp við klettarók, síðsta glæman glapp av hondum, tá ið dimmið yvir tók.”

Og so fer innasta hugafarið hjá mær veruliga upp at spæla, og alskurin til heimbygdina floymir yvir við orðunum hjá Ismari “Á, Fuglafjørður, tú undurfagra bygd, manga sæla løtu veitt tú hevur mær…” og teimum hjá Símuni av Skarði “…hvar á foldum falla míni spor, heimið eg í huga tó man bera…”

Komin til Leirvíkar og heim til okkara úti á Sýnini 12 síggi eg úr køksvindeyganum, at síðsta glæman framvegis hómast í havsbrúnni, har ein rustreyð rípa roðar inn í blíðu summarnáttina.

Ná, tíðin flýgur avstað. Skjótt fer at roða í eystri, so nú má eg jenna, um nakað stórvegis av týdningi skal standa eftir, tá røðan annars er farin í gloymskunnar stóra røðuhav. Og tað eru serliga trý viðurskifti, sum eru komin fram fyri meg, tá eg havi hugsað um røðuna her í dag. Tað, sum kanska er áhugavert við hesum trimum, er, at tað eru strofur úr Halgubók, sum eru upprunin til tankarnar.

Fyrsta strofan sigur: “…og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan…”, og næsta sigur: “…latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum…” og tann triðja: “…og keypið hina lagaligu tíð…” Hesar strofur eru sjálvsagt skrivaðar við einum andaligum og kristnum samanhangi og endamáli í huga, men tær kunnu avgjørt eisini nýtast í lívsins viðurskiftum annars.

“Tað er gaman at vera saman” sigur ein sangur, og ein annar sigur “Jo mere vi er sammen, des gladere vi blir…” Og nógv er um tað. Tit, vit eru sosialir skapningar, vit eru ætlað til samfelag.

Mong munnu kenna barnabókina “Palle alene i verden” – “Páll púra einsamallur” á føroyskum. “Hon var so óhugnalig,” segði vaksna dóttir mín við meg í gjárkvøldið, tá eg nevndi hana, tí vit lósu hana mangan, tá hon var barn. Men hví er søgan óhugnalig? Ein annars fitt barnabók um ein smádrong, sum vaknar og finnur útav, at hann er púra einsamallur í verðini, og at hann tí kann gera alt tað, ið hann hevur hug til. Hann heldur tað vera bæði stuttligt og spennandi at vera einsamallur. At eta tað, hann vil. At gera tað, hann vil. “Páll er so glaður um, at hann er einsamallur í øllum heiminum. Nú ræður hann sjálvur fyri, hvat hann skal gera,” sigur bókin. Hann kann taka og brúka allan tann pening, hann hevur hug til, men hvat nyttar tað, tá eingin er at keypa frá? Og hvussu skal hann nýta danditræið (gynguna), tá eingin kann sita á hinum endanum? Honum fer at leingjast eftir vinunum, eftir mammuni og pápanum. So vaknar hann úr dreyminum og sigur: “Á mamma, mamma, eg droymdi, at eg var púra einsamallur í verðini, og eg kundi bara gera, sum eg sjálvur vildi. Men so við eitt var tað ikki stuttligt longur at vera einsamallur. Tað var gott, at eg bara droymdi tað.”

Tit, tað er í samspælinum og mótspælinum við onnur, at vit mennast. Vit eru ikki digitalir ella talgildir skapningar, hóast allarflestu okkara nýta meiri og meiri tíð í tí verðini – alt ov nógva tíð, hugsi eg. At koma saman, at síggja, nema við, verða vird, hoyrd og sædd – at virða, hoyra og síggja onnur – er so ótrúliga grundleggjandi í tí at vera menniskja. At hyggja í eyguni, at fáa og geva eitt smíl og eitt lítið prát á vegnum, ja, tað hevur so stóran og djúpan týdning. Digitali heimurin hevur gjørt nógv viðurskifti lættari og heilt vist í summum førum betri, men hann kann ongantíð fylla djúpa tørv okkara á veruligum samfelagi við onnur – hesum, at koma saman hvør við annan. Ja, at seta hvør øðrum stevnu, sum vit gera her í dag.

At geva gætur hvør eftir øðrum, at hava umsorgan, stuttleika sær, at vera í góðum og uppbyggjandi felagsskapi. Alt hetta hevur so sera stóran og grundleggjandi týdning, bæði til likams og sálar. Hvørt Varmakelda veruliga hevur heilsubøtandi og grøðandi megi í sær, ja, tað er ein góður spurningur, men áhugavert er at lesa søguna um varmakeldustevnuna í bókini “Fuglafjørður og fuglfirðingar”. M.a. verður presturin, Jørgen Landt, ið livdi frá 1751-1804, endurgivin.

Hann sigur: “…Jeg vil dog hermed ikke sige, at Kildens Vand besidder en helbredende Kraft imod disse Svagheder, men de Bevægelser, som rejsen over Fjelde og Fjorder giver dem, og den Sindsmunterhed, som Dandsene, Sangene og Samqvemmene ved kilden forskaffe, maa vel nødvendigen have en fordelagtig Indflydelse paa Livskræfterne, og altsaa bidrage til, at disse Rejsende friskere, sundere og gladere vende tilbage igjen til deres rolige Boliger.”

Eitt av orðatøkum vísa Sálomon kongs sigur: “Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beininum.” So satt, sum tað er satt. Slagorðini um góða sálarheilsu hjá Fólkaheilsuráðnum renna fram fyri meg: Ver virkin – ver saman – ver hugbundin. Einki nýtt er undir sólini, sum prædikarin segði á sinni.

“Lívið! Dýra undur, eg var lutur av, eitt ævinleikaboð av magn’ og anda… Tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg, eyðmjúkur hugur mín skal opin vera, í skapninginum øllum tekkja teg, og tær í verki sátt og sømdir bera.” Soleiðis yrkir Karsten Hoydal í vøkru og sigandi yrking síni, Landið eg bar við mær inn um skúlagátt.

Ja, lívið, tit. Lagaliga tíðin. Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin í Føroyum hjá konufólki í miðal eini 85-86 ár og hjá mannfólki 81-82 ár, sambært Hagstovuni. Tað er at fegnast um, at vit menniskju kunnu liva longri og longri, men fyrr ella seinni verða vit noydd at sleppa takinum á tí dýrmæta lívi og tí tilmáldu tíð, okkum varð unt. Menniskjað hevur eitt íborið stikni til deyðan, og tráanin eftir at finna ungdómskelduna, at leska sær av løggi úr fons juventutis, er stútt og støðugt ein ynskidreymur hjá mongum mannabarni. Tí, lívið er stutt, tá hugsað verður um tíðarinnar stóra og brúsandi hav.

“Øldirnar fara, øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold,” sum vit syngja hvørji jól. Og so fara vit at hugleiða um tað farna – hvar fór tíðin, og hvat brúkti eg hana til? Havi eg gjørt mun? Og so hugsar man um tað, sum vónandi fer at koma. Vit leggja ætlanir og droyma dreymar, um hvussu vit skulu fáa sum frægast burtur úr tí, sum eftir er av teim 86 ella 82 árunum. Ynski um at vera saman við okkara næstu, at gera meiri saman við børnunum, at vitja vinir, at styðja og stuðla, ja, at gera og vera okkurt fyri onnur.

Fuglafjørður má sigast at skara framúr, tá tað um ríkt og fjøtláttað mentanar- og vinnulív ræður. Og her til endans fari eg at takka tykkum so hjartaliga. Tykkum, sum ganga undan, tit, sum gera tað møguligt hjá okkum øðrum at koma saman til eitthvørt, tit, sum brúka dýrabæra tíð og orku til savnandi virksemi av øllum handaslagi – veri tað seg í Thabor, Í Siloa ella í kirkjuni. Í barnakórum, í vaksnamannakórum, Í hornorkestri, í tónleiki og sangi annars. Í barna- og ungdómsarbeiði, í fótbólti, í flogbólti, í kappróðri, í svimjing og øðrum ítróttargreinum. Tit, sum fáast við heimavirki, handverk, handarbeiði, myndlist og mentanarligt virksemi annars. Og ikki minst tit, sum hava áræði, virkisfýsni og gleði í at skapa arbeiði og arbeiðspláss – veri tað seg í Fuglafirði, á Kambsdali ella á Hellunum.

Og øllum tykkum, sum eg ikki havi nevnt ella hugsað um – stóra, stóra takk fyri tykkara íkast og innsats.

Well. Rustreyða rípan, ið roðaði í havsbrúnni, er langt síðani farin í song. Tað tynnist fyri degi, og sólin man vera væl á veg inn á Gøtuvík. Nú er tíð at leggja griffilin og lata talvuna fáa frið. Eg takki enn einaferð fyri møguleikan og heiðurin at seta Varmakeldustevnuna 2025. Øllum verður ynskt eina góða og hugnaliga stevnu, har vit í góðum felagsskapi koma saman, geva hvør øðrum gætur í ljósinum av tí dýrabaru tíð, okkum er unt her á fold.

Góða Varmakeldu, øll somul.

Bárður á Lakjuni