Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Í dag 15. Septembur kl. 10 var hátíðardámur á Mest, tá fyrsti el-rikni alibáturin var latin Bakkafrost. Fyrsta stigið inn í maritima økið fyri grøna orkuskiftið er nú byrja.
Báturin fekk navnið Grønarók.
Lagið var gott og nógv fólk var komið saman, til hesa hátíðaløtu. Fyrst var boðið vælkomin, áðrenn stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen helt røðu har hann t.d. umrøddi hvussu umráðandi tað er at leggja um og blíva “grøn”. Eftir tað var tað so løgmaður, sum helt røðu.
Aftaná allar røðurnar var ábit, og so var eisini møguleiki at royna og síggja bátin.
Deil á Facebook