Í gjár var Løkshøll karmur kapitalmarknaðardagin hjá Bakkafrost, ið verður hildin annaðhvørt ár fyri íleggjarum og fíggjarmarknaðinum.
Í tí sambandi varð framløga í Løkshøll, har miðlarnir eisini vóru bodnir við.
Har fingu íleggjarar hjá Bakkafrost at vita hvussu tað hevur gingið hjá fyritøkuni seinastu árini og hvørjar framtíðarætlanir fyritøkan hevur.
Leiðslan á Bakkafrost boðaði m.a. frá, hvat íløguætlanir eru á skránni og hvat fyri ætlanir eru fyri at menna felagið komandi 5 árini, frá 2026 til 2030.
Stjórin, Regin Jacobsen, hugleiddi m.a. um upprunan hjá Bakkafrost. Heilt frá byrjanini, við teimum trimum brøðurnum, Hans, Róland og Martin á odda, sum byrjaðu Bakkafrost, og fram til hvar fyritøkan er komin í dag.
Eisini boðaði hann frá, at íløgurnar fara at minkað munandi komandi tíðina. Orsøkinar eru m.a. minkandi laksaprísirnir, sum hevur havt stóra ávirkan á virksemið hjá Bakkafrost.
Hóast onkur svørt skýggj á luftini, so staðfestu bæði Regin Jacobsen, stjóri, og Høgni Dahl Jacobsen, fíggjarstjóri, at útlitini eru framhaldandi góð og at Bakkafrost er ein sterk og sunn fyritøka sum væl kann standa ímóti, tá ið ringar tíðir koma.
Regin Jacobsen boðaði samstundis eisini frá, at Bakkafrost fer at gera íløgur á 2.2 milliardir í Føroyum komandi árini. Uml. 400-500 mió av íløgum um árið.
Virkið á Glyvrum skal útbyggjast nakað, útbygginginar á Havsbrún halda áfram, samstundis sum aðrar størri og smærri íløgur eisini verða gjørdar.
Meðan nokk tann størsta íløgan, sum liggur í kortunum, er at byggja tvey nýggj skip álík Bakkafossi, sum er millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu.
Eitt av skipinum sum skal byggjast er líka stórt sum Bakkafossur, meðan hitt skipið verður nakað størri, boðar Bakkafrost frá.
Myndir: Eysturoyarportalurin





