Mynd: Bakkafrost
Bakkafrost tók 19.300 tons av laksi í 4. ársfjórðingi í fjør. Hetta veit KVF at siga.
Sambært tølinum so vóru 5.100 tons tikin í Skotlandi.
Í 2022 tók Bakkafrost tilsamans 90.600 tons av laksi. Meginparturin var tikið í Føroyum, meðan 23.900 tons vóru tikin í Skotlandi.
Havsbrún seldi 32.600 av alifóðri í fjórða ársfjórðingi og 127.800 tons alt árið 2022.
Frágreiðingin fyri 4. ársfjórðing hjá Bakkafrost verður almannakunngjørd tann 21.februar 2023.
