Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2026 10:57

Altjóða gestir fáa innlit í virksemið hjá Bakkafrost

Framløga í Løkshøll í gjár. Mynd: Bakkafrost

Umleið 160 kundar og samstarvsfelagar hjá Bakkafrosti úr 25 londum eru í Føroyum í hesum døgum í sambandi við Bakkafrost Summit.

Tiltakið verður vanliga hildið annaðhvørt ár, seinast var í 2024, og gevur gestunum høvi at fáa nærri innlit í føroysku alivinnuna og virksemið hjá Bakkafrosti.

Fyrri parturin av skránni var í Løkshøll í Runavík í gjár. Har vóru framløgur um støðuna á altjóða laksamarknaðinum, framtíðarútlitini hjá alivinnuni og tær raðfestingar, sum væntandi fara at hava størstan týdning komandi árini.

Í dag skulu gestirnir út at síggja aliringarnar hjá Bakkafrosti í Gøtuvík og vitja bygningin hjá Bakkafrost við Strond, har gestirnir fáa nærri innlit í arbeiðið og stóru útbyggingarnar hjá fyritøkuni. Dagurin endar við einum túri runt Hestoynna, har gestirnir fáa høvi at uppliva føroysku náttúruna.

Bakkafrost hevur høvuðssæti á Glyvrum og er millum størstu fyritøkurnar í Føroyum. Fyritøkan varð stovnað í 1968 og hevur síðani ment seg úr einari lítlari familjufyritøku til eitt altjóða alisamtak við virksemi í Føroyum og Skotlandi.

Ein týðandi partur av virkseminum er, at Bakkafrost hevur ræði á stórum parti av virðisketuni – frá framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og fóðri hjá Havsbrún til smolt, aling, tøku, virking og sølu av lidnum laksaúrdráttum. Hetta ger at fyritøkan hevur eftirlit við góðsku og framleiðslu gjøgnum alla tilgongdina.

Í 2025 hevði Bakkafrost eina samlaða sølu á umleið sjey milliardir krónur og tók meira enn 106.000 tons av laksi í Føroyum og Skotlandi. Bakkafrost Summit er tí eisini eitt gott høvi hjá fyritøkuni at vísa altjóða kundum og samstarvsfeløgum, hvussu ein stór og framkomin alivinna er ment við støði í Føroyum.

Pictures

Myndir: Bakkafrost

Spjaldur