Svimjifelagið Neptun
Bakkafrost og svimjifelagið Neptun hava skrivað undir eina stuðulsavtalu fyri 2026, sum skal styrkja arbeiðið hjá felagnum og menningina av svimjing í økinum.
Vit síggja fram til eitt gott og mennandi samstarv komandi árið og takka hjartaliga fyri álitið og stuðulin.
Á myndini eru Regin Jacobsen frá Bakkafrost og Rodmundur Nielsen frá Neptun.
