Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.11.2023 16:56

Bakkafrost sendir hópin av fólki til hús

Savnsmynd

Nú ER tað veruleiki. Bakkafrost fer at senda 140 fólk til hús. Hetta hevur Eysturoyarportalurin fingið upplýst seinnapartin.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av nýggja tøkugjaldinum, sum, sambært Bakkafrost, er ein dyggur smeitur fyri liðugvøruframleiðsluna (portiónframleiðsluna) á virkinum á Glyvrum, og sum í hesum førum eisini verður sera rakt.

Hetta eru hópuppsagnirnar, sum stjórin á Bakkafrost, lokalpolitikarir, og onnur í vinnuni, ótal av ferðum, hava ávarað um seinasta árið, eftir at sitandi samgonga samtykti nýggju tøkugjøldini í mai mánað í ár.

Í fíggjarligu frágreiðingini frá Bakkafrost fyri triðja ársfjóðring 2023, sum kom út í morgun, segði fyritøkan soleiðis um liðugvøruframleiðsluna komandi ár :

Hetta sæst aftur við at vit fyri komandi ár bert hava gjørt avtalur um liðugvørur svarandi til 9% av tøkuni, ið er minni enn helvtin av teimum 22% vit høvdu gjørt avtalu um somu tíð í fjør.”

– Vit høvdu vónað, at vit fingu nóg nógvar langtíðarsáttmálar, so vit kundu varðveita øll starvsfólkini, men fortreytirnar eru broyttar, serliga síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt. Vit høvdu eisini vónað, at politiskar broytingar vórðu gjørdar, men hetta bar tíverri ikki á mál, sigur Regin Jacobsen, forstjóri, í viðmerking.

Uppsøgdu fólkini arbeiða hetta árið út, men eftir nýggjár hava tey tó einki arbeiðið at koma aftur til á Bakkafrost.