Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2022 21:12

Bakkafrost samstarvar við veitarar um burðardygd

Mynd: Bakkafrost

Tann 23. november, skipaði Bakkafrost fyri veitaradegi, har 25 av størstu veitarum hjá Bakkafrost í Føroyum vórðu bjóðaðir til at práta um burðardygd og burðardygdsrapportering.

Bakkafrost skrivar soleiðis á heimasíðu síni: “Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at minka um okkara vav 3-útlát (útlát frá okkara veitingarketu) við 52% pr. tons av laksi innan árslok í 2030. Í 2021 keyptu vit 59% av okkara vørum og tænastum frá lokalum veitarum í Føroyum. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit samstarva við veitarar um at menna og seta í verk burðardyggar loysnir og at minka um yvirskipaða útlátið av vakstrarhúsgassum frá okkara felags virksemi.

Samstarv er vegurin fram á leið, um vit skulu røkka málum innan burðardygd, og vit raðfesta eitt opið og virðiligt samskifti við okkara veitarar til tess at tryggja, at øll fáa fyrimun av tí grøna skiftinum.

Eisini varð okkara nýggi politikkur fyri burðardygt innkeyp lagdur fram, ið inniheldur átta meginreglur, ið skulu tryggja, at okkara íløgur stuðla undir framhaldandi burðardygga menning.

Vit fara framhaldandi at tosa við okkara veitarar um burðardygd, herundir veitarar til skotska virksemið og smærri veitarar.