Eldi Føroyar
Bakkafrost og ELDI (fyrrverandi Vónin Aquaculture) hava havt eitt tætt og virkið samstarv í meira enn 30 ár. Gjøgnum hesi árini hava vit saman ment loysnir, ið eru serliga lagaðar til krevjandi føroysku alifirðirnar – eitt av mest veðurbardu og krevjandi alliumhvørvunum í heiminum.
Ein nýggj avbjóðing kravdi eina nýggja loysn
Í 2023 kom ein nýggj og stór avbjóðing fram, tá trupulleikar við kópi øktust munandi á føroyskum alifirðum. Síðani tá hava føroyska alivinnan og ELDI arbeitt miðvíst og skipað við at menna effektivar verjuloysnir.
Styrki sameind við smidleika
Til hetta endamálið hevur ELDI ment og framleitt MARVOX-S – eitt sera sterkt HDPE-net við høgari brotstyrki og optimalari tráðtjúkd. Hetta gevur eina framúr góða javnvág millum styrki og smidleika, sniðgivið til at virka undir teimum mest krevjandi umstøðunum.
“Týðandi partur av MARVOX-S loysnini er, at netið hevur høga brotstyrki við optimalari tráðtjúkd, eisini at netið er framleitt úr tilfari, sum kann sendast til endurnýtslu. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri Bakkafrost og ELDI, sum leggja dent á burðardygd og ábyrgd gjøgnum alla virðisketuna. Hesi viðurskifti hava stóran týdning fyri okkara arbeiði og framtíðar menning.”
Bjarni Larsen, alistjóri hjá Bakkafrost
Umfatandi avtala
Úrslitið av hesum arbeiði er ein umfatandi avtala um levering av nógvum nótum av slagnum MARVOX-S til Bakkafrost, ið eru sniðgivnar at virka undir teimum mest krevjandi umstøðunum, og at verja laksin og í mest møguligan mun forða fyri skaða av kópi.
Hendan avtalan hevur sera stóran týdning fyri ELDI Føroyar, so at vit støðugt kunnu menna útgerð og tænastu til tann føroyska marknaðin. ELDI Føroyar er partur av einum altjóða samtaki.
Vit eru sera takksom fyri álitið, sum Bakkafrost vísir okkum gjøgnum hetta samstarvið. Vit gleða okkum til framhaldandi menning og nýhugsan saman, við einum greiðum máli: at tryggja burðardyggan vøkstur og tær bestu møguligu loysnirnar fyri føroysku alivinnuna.
Signar Poulsen, stjóri ELDI Føroyum
