Fríggjamorgunin klokkan 09.00 savnaðust nærum øll, umleið 900 starvsfólkini hjá Bakkafrosti, í Bylgjuni í Runavík til árliga virkisdagin hjá samtakinum.
Virkisdagurin hjá Bakkafrost er eitt árligt tiltak, har øll starvsfólk í samtakinum møtast.
Fyrra partin av degnum vóru framløgur á skránni, har samtaksleiðslan greiddi frá um farna árið og lagt varð eisini fram framtíðarætlanir. Eisini vóru framløgur um góðsku, burðardygd og sølu á skránni.
Seinnaparturin av degnum varð brúktur til ymisk skeiðir, meðan dagurin endaði við borðhaldið í ítróttarhøllini Bylgjuni har øll starvsfólkini vóru boðin við.
Myndir: Eysturoyarportalurin





















