Mynd: Eysturoyarportalurin
Gøtuvík er upplýst í kvøld, ikki bert av vakra mánalýsinum, men eisini av ljósinum av nýggja bátinum hjá Bakkafrost, “M/S Bakkafossur”, sum telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu.
Hann liggur nú og bíðar inntil almenna tiltakið verður í morgin á Glyvrum, tá báturin verður doyptur og almenningurin kann koma umborð og síggja stásiliga bátin. Tiltakið á Glyvrum byrjar kl 12.30, tá Bakkafossur leggur at bryggju.

