Badmintonsamband Føroya
Badmintonleikararnir, sum í vikuskiftinum hava verið til kapping í Odense, hava fingið sera góð úrslit. Spælt varð fríggjakvøldið og leygardagin, og í dag vóru so hálvfinalur og finalur á skrá. Leikararnir hava spælt og vunnið nógvar dystir, og leygardagurin var langur – fyrstu dystirnir byrjaðu kl. 9 og síðsti dystur var ikki liðugur fyrr enn 12 tímar seinni.
Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen gjørdu bart í tvímansleiki og vunnu gull í A-rekkjuni. Tær spældu ein sera góðan dyst. Tær taptu fysta sett 25-23, men so lótu tær ongan iva vera um, hvør var best og vunnu tvey tey næstu settini 21-14 og 21-16. Sera flott úrslit av okkara ungu leikarum. Í M-rekkjuni gekk eisini sera væl. Miriam í Grótinum kom í fjórðinsfinaluna í einmansleiki. Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen og Sanna og Mia Thorkildshøj komu somuleiðis í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Og Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen komu í hálvfinaluna í tvímansleiki, sum tær taptu 2-1, og Rúni Øster og Miriam í Grótinum komu í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki, sum tey taptu 2-0.
Gull og tvey bronsuheiðursmerki í stórari kapping – sera flott avrik av okkara leikarum.
Við á ferðini vóru hesi:
Landsliðsvenjari Fai Yin Wong
Ferðaleiðarar Fríðgerð Rasmussen og Elsa Thorkildshøj
Leikarar
Asbjørn Heide Olsen
Bjarnhild í Buð Justinussen
Eyð Lamhauge Debess
Hákun Thorkildshøj Sigvardsen
Jafet Rasmussen
Jónas Djurhuus
Julianna í Heiðunum
Leiki Dal-Christiansen
Magnus Dal-Christiansen
Markus Bjarnason
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Oddbjørg í Buð Justinussen
Ranja Joensen
Rúni Øster
Sanna Thorkildshøj
Tóki Yngvason Guttesen
Símun Thorkildshøj Sigvardsen
