Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2026 22:07

Badmintonleikari á venjingarlegu í Italia 

Mynd: Rúni Øster/ Badmintonsamband Føroyar

Badmintonsamband Føroyar

Í komandi viku fer Rúni Øster til Italia at luttaka á venjingarlegu saman við italska badmintonlandsliðnum. 

Hann er boðin til venjingarleguna av landsliðsvenjaranum Chris Langridge. Chris Langridge hevur umboðað England og Stóra Bretland til Olympisku leikirnar, Commonwealth og European Games. 

Hann vann bronsu saman við Marcus Ellis til Olympisku leikirnar í 2016. 

Í fjør luttók Rúni í altjóða kapping í Italia. Tá kom Chris Langridge yvir til hann. Teir prátaðu leingi saman um badminton í Føroyum og aðrastaðni í Europa. Og um hvat krevst at náa toppin. Prátið endaði við, at hann bjóðaði Rúna til venjingarleguna, og Rúni ivaðist ikki og takkaði ja! 

BSF gleðist um, at okkara leikarar fáa møguleikar, sum mennir tey.