Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.10.2022 17:37

B68 vann Golanheyggjarnar – NSÍ er fallið!

Mynd: Eysturoyarportalurin

B68 gjørdi tað heilt ljóta við grannarnir NSÍ í dýrdarveðrinum við Løkin í dag. Frammanfyri einari av størstu viðhaldsfjøldum, sum man hava verið við Løkin seinastu árini, vunnu uttanmenn ein sannførandi 3-2 sigur á argastu grannunum, samstundis sum at teir eisini sendu NSÍ beint niður í 1.deild. Nakað sum NSÍ ikki hevur verið síðani 1996.

Og tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð, var eitt satt rakett-show við sunnara málið, har B68 fjepparnir hildu til, samstundis sum Nes- og toftafólk tustu inn á vøllin fyri at fagna sínum leikarum, frammanfyri eini fjøld av gulum og svørtum viðhaldsfólkum, sum vóru sum runnin í stein.

Lat tað bara verða sagt beinanvegin. Hetta var ikki dysturin sum sløkti Betrideildarfótbóltin í Runavík. Niðurtúrurin hjá NSÍ hevur verið langur. Dysturin í dag var bara ein lítil partur av trupuleikanum.

Ein sjálvrannsakan skal nú til í Runavík fyri at byggja einaferð stolta felagið uppaftur.

Annars var tað ungi evnaríki Jørgen Nielsen, sum legði NSÍ á odda í 29 minuttir. Tá hildu nokk fleiri, at nú fór NSÍ kanska at skjóta fleiri mál. Men so var ikki. Longu í 32 minutti javnaði Boubacar Sidik Dabo fyri B68. Og eftir tað, tók B68 veruliga yvir, og í tráð við leikgongdina legði Karstin Clementsen útiliði á odda í 41 minutti. Og beint eftir at dómarin hevði bríksla seinna hálvleik í gongd, økti og sløkti Mohammed Samba alla vón hjá innanmonnum og legði B68 á odda 3-1. NSÍ royndi tað teir vóru mentir, men kvaliteturin manglaði og í yvirtíðini var tað málrervurin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen á plettinum og fekk bóltin innum strikuna til 3-2. Men tá var longu alt ov seint hjá NSÍ´arum at gera eitt “come-back” og støðan gjørdist tí 3-2 til B68.

So komandi ár verður tað leygardagsfótbóltur við Løkin, meðan Betrideildarfótbóltur verður aftur á Svangaskarið. Ein dystur er tó eftir hjá NSÍ í Betrideildin at leika. Hann verður komandi leygardag í Havn, tá HB tekur í móti, meðan B68 skal leika á Toftum móti B36.