Mynd: B68
Hóast teir høvdu heimavøll og júst høvdu vunnið á HB á Tórsvølli, so megnaðu B68 ikki at vinna á gestunum av Argjum. Á váta vøllinum og við einum frískum lotið á Svangaskarið, tapti heimaliðið 1-0, við einum máli frá AB leikararunum Ragnar Skála, sum var skotið longu í 15 minutti.
So B68 stendur enn á 24 stigum, 3 stig fleiri enn NSÍ, sum hevur ein dyst minni.
Í morgin møtast Víkingur og NSÍ í Sarpugerði.
Undir Mýruhjalla tapti Skála, sum vant kundi onkur kanska sagt, 1-0 móti gestunum úr Sundalagnum.
Einasta málið skeyt Filip Djordjevic hjá EB/Streymur. Úrslitið hevur við sær at Skála endaliga er flutt niður úr bestu deildin, hóast tað leingi hevur sæð soleiðis út at so fór at verða.
Í skrivandi stund, við sigrinum hevur EB/Streymur nú flutt seg nærri B36 og 4. plássinum. Bæði liðini hava nú leikt 24 dystir, B36 hevur 37 stig meðan EB/Streymur hevur 35 stig.
Deil á Facebook