Mynd: Kif-fodbold.dk
Kelda: Bolt.fo
Málverjarnir há B68 eru ikki tøkir, og tí hevur felagið fingið undantaksloyvið at fáa nýggjan málverja.
Rói M. Hentze og Terji Brynjarsson spæla neyvan aftur í ár og hóast flytingarvindeygað er stongt, so kann undantaksloyvið gevast til málverjar, tá skaðar o.a. raka á tí økinum.
Nú hevur B68 fingið nýggjan málverja uppá pláss til endaspurtin. Talan er um 25 ára gamla danan, Benjamin Schubert, ið er 1,84 metur høgur. Hann hevði fyrr í ár sáttmála við SønderjyskE. Hann hevur nógvar royndir úr triðbestu deildini í Danmark og hevur í 2019 og 2020 spælt seks dystir í næstbestu deildini í Danmark.
Loyvið er nú endaliga komið uppá pláss, og Benjamin kann tí verja málið móti EB/Streymi leygardagin.
