B68 skrivar:
B68 hevur skrivað undir við 25 ára gamla fransmannin Loïck Lespinasse.
Loïck kemur úr Fraklandi og hevur eina spennandi bakgrund. Hann hevur spælt í Real Sociedad í Spania, har hann umboðaði bæði U18, U23 og senior B-liðið í RFEF 1 (sum svarar til League One í Onglandi). Síðani flutti hann aftur til Fraklands at spæla í Ligue 2 við PAU, og seinast hevur hann spælt í Luksemborg.
Loïck er framherji, men kann eisini spæla sum nummar 10 og á vonginum.
Sjálvur sigur Loïck, at honum dámar sera væl Føroyar – náttúruna og friðin – og hann gleðir seg nógv til kappingarbyrjan saman við B68.
