Løgmálaráðið
Løgmálaráðið og Justitsministeriet hava arbeitt við at broyta býtið av sektum millum landskassan og statskassan. Arbeiðið hevur borið á mál og hava Føroya Landsstýri og danska stjórnin í dag skrivað undir nýggja avtalu um býtið av sektum.
Avtalan hevur við sær, at frá 1. januar 2026 fara inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar eftir lóggávu í yvirtiknum málum, í landskassan, meðan inntøkur frá sektum og inndráttum, sum verða álagdar ella dømdar eftir lóggávu í felagsmálum, fara í statskassan. Undantikið hesi avtalu eru inntøkur, sum stava frá handhevjingini hjá løgregluni í Føroyum av føroysku ferðslulógini. Hesar fara framhaldandi í statskassan.
– Eg fegnist um, at arbeiðið hevur borið á mál og at báðir partar hava víst vælvild at loysa hetta málið. Fyri meg er henda broytingin bæði sjálvsøgd og rættvís. Í næstum fer Løgmálaráðið at leggja fram uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, soleiðis at hon samsvarar avtaluna. Eftir hetta verður málið endaliga avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
– Í longri tíð hevur tað verið sæð sum órímiligt, at føroyskir myndugleikar áseta bøtur til føroyskar fyritøkur, og pengarnir enda í danska statskassanum. Tí gleðir tað meg, at avtalan er undirskrivað, og loysnin er funnin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Eisini fegnast danski løgmálaráðharrin um nýggju avtaluna:
– Jeg har stor forståelse for landsstyrets ønske om at ændre fordelingen af bødeprovenuet. Derfor er jeg glad for, at vi i dag har underskrevet en god aftale, så vi sikrer, at bøder, som de færøske myndigheder inddriver, tilfalder den færøske landskasse, sigur Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri.
Sí avtaluna her