IRF
IRF fer nú undir eitt nýtt átak á sosialu miðlunum, sum næstu tveir mánaðirnar skal seta sjóneykuna á avroð og røkka yngra ættarliðnum við filmum, myndum, uppskriftum, how-to-tilfari og øðrum innihaldi
Fletting og matgerð við avroðum var á skránni, tá hondbóltslandsliðini hjá kvinnum og monnum hittust til ein spennandi dag í Bø, har okkara siðvenja og mentanararvur var á breddanum. Úrslitið sæst komandi vikurnar á sosialu miðlunum hjá AVROÐ.
Landsliðsleikararnir eru tó bara ein partur av átakinum. Komandi vikurnar og mánaðirnar verður ymiskt innihald lagt út – millum annað how-to-filmar, uppskriftir, filmar, myndir og søgur, sum geva íblástur til, hvussu avroð kunnu gagnnýtast betur.
Endamálið er at gera vitanina um avroð og gagnnýtsluna av føroyskum tilfeingi meira atkomiligt og viðkomandi fyri eitt yngri ættarlið.

Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri í IRF, sigur, at IRF við átakinum vil halda fram við at seta sjóneykuna á, hvussu avroð kunnu fara frá at verða burturbeind til aftur at fáa tað virði, tey hava uppiborið.
– Vit ynskja ikki, at henda rávøra, sum er stuttflutt, burðardygg og heilsugóð, skal enda í ovninum hjá IRF, men heldur í búkinum hjá føroyinginum, sigur hann.
Átakið byggir víðari á arbeiðið við avroðum, sum IRF settu á breddan í fjør við bókini Tað, sum eftir er. Bókin varð sera væl móttikin og útseld eftir stuttari tíð.
Við nýggja átakinum verður boðskapurin fluttur út á Facebook, Instagram, TikTok og YouTube hjá AVROÐ, har IRF við ymiskum sløgum av innihaldi vil gera avroð meira sjónlig, viðkomandi og lættari at taka til sín.
Samstundis er heimasíðan avroð.fo dagførd, so tað verður enn lættari hjá øllum føroyingum at bíleggja avroð beinleiðis frá føroyskum bóndum – tilgjørd og pakkað, so tey eru klár at matgera.

Myndir: IRF