Lesarabræv
Løgmaður skal á árligan fund við forsætisráðfrúuna nú í januar, og sum skilst, so er ætlanin at seta hol at loysingartilgongdina hjá Føroyum. Fýra føroyskir flokkar eru blivnir samdir um eina tjóðarsemju, har flokkarnir vilja loysa frá Danmark. At tosa um loysing ella “tjóðarsemju”, sum flokkarnir heldur vilja kalla tað, samstundis sum stórveldið, USA, tosar um at taka Grønland, er óskiljandi. Trump vil hava Grønland og hetta rakar okkum sum ríkið.
Eg kann veruliga ikki skilja, at nakar kann halda tað vera eitt gott hugskot at loysa, og so serliga ikki í einari so kritiskari tíð sum nú.
Vit eru eitt ótrúliga lítið land í einum strategiskum týdningarmiklum øki. Loysa vit, so er vandi fyri, at vit verða etin upp av stórveldum, sum hvørki virða lógir ella landamørk.
Baldur Þórhallsson, íslendskur stjórnmálafrøðingur og serkønur innan altjóðarætt og smástatir, fanst í gjár at, at politikarar í Íslandi ikki tykjast at síggja álvaran í, at Ísland potentielt kann brúkast sum lopfjøl til eina amerikanska yvirtøku av Grønlandi.
Á sama hátt, mugu vit ikki látast sum um, at Føroyar ikki eisini potentielt kunnu síggjast sum ein lopfjøl hjá stórveldum.
Vit eru serstakliga bundin av, at altjóða reglur verða hildnar. Vit síggja tó í alsamt størri mun, at stórveldini fylgja ikki heimsskipanini, sum vit hava virkað eftir síðan 2. heimsbardaga. Hetta ger okkum viðbrekin.
Tá leikur fer soleiðis fram, so er ikki lætt at vera tann minsti í skúlagarðinum.
Stórveldini hava fingið stórheitsvanvid
Stórveldini tykjast at hava fingið stórheitsvanvid, og tað setur okkum í eina ótrygga støðu, sum ein smástatur. Altjóðarættur og landamørk verða ikki vird, hernaðarmegi gerst meira sjónlig og verulig. Enntá í okkara ríki, har Trump ferð aftaná ferð sigur, at hann vil hava Grønland.
At vera partur av einum felagsskapi, er tað tryggasta vit hava. Vit mugu ikki spæla hasard við tað mest stabila og trúfasta vit hava.
Ríkisfelagsskapurin er okkara trygga bakland, sum ikki má undirmetast! Tað snýr seg ikki um, at vit skulu lata okkara sjálvsavgerðarætt, men vit mugu ásanna, at tíðin til at loysa, er ikki tann rætta.
Politisku flokkarnir, sum vilja loysingina, royna at sannføra seg sjálvar og hvønn annan um, at tað ber til at loysa fra Danmark uttan nakrar konsekvensir.
Tað er bara ómøguligt. Loysa vit, so er slutt við øllum teimum ágóðum vit hava í Ríkisfelagsskapinum, og so liggja onnur lond framvið at taka okkum av ræði beinavegin.
Lat okkum halda fast í tí tryggleika vit hava í Ríkisfelagsskapinum, og lat okkum fokusera uppá at styrkja hann!
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
